FRAMTÍÐARINNAR FUNDARSTAÐUR
DEILIÐ TYKKARA HUGSKOT OG DREYMAR
Í tíðum við stórum broytingum standa nýggjar avbjóðingar fyri framman, bæði í gerandisdegnum og í samfelagnum. Seinastu árini hava Norðurlond, eins og restin av heiminum, verið noydd til at fyrihalda seg til umfatandi broytingar. Avbjóðingar, so sum stongd landamørk, farsótt, kríggj og ósemjur, búskaparligar avbjóðingar og ógvusligt veður, hava beinleiðis og óbeinleiðis ávirkað gerandisdagin hjá okkum øllum. Hvat gera slíkir trupulleikar við okkum sum menniskju? Hvat hendir, um tað ikki longur eru rúm og støð, har fólk kunnu hittast, tosa saman, kjakast og læra av hvørøðrum og skilja hvønnannan?
Í hesi uppgávuni fáa tit møguleika at deila tykkara dreymar og hugskot um, hvussu eitt nýtt stað, har til ber at hittast, kann síggja út, har ið tit búgva. Við at koma við hugskotum, eru tit við í einum størri innsavningararbeiði ætlað miðnámsskúlanæmingum í øllum Norðurlondum.
Partar av innkomna tilfarinum verða við í bókaútgávuni 'Nordperspektiv'.
Ein seinnapart á veg til at hitta ein vin, kemur tú fram við eini plakat, ið vekir tín áhuga. Á plakatini lesur tú um eina kapping, sum snýr seg um at koma við einum hugskoti, ið skapar nýggjar fundir og samtalur millum menniskju:
Til tann forvitna, so finst meira frálærutilfar um hetta evnið í Ung í Norðurlondum.
- Ung í Norðurlondum er tilfar í samfelagsfaki um samleika og framtíðar avbjóðingar
- Mítt stað í Norðurlondum, ein ritroyndaruppgáva um gerandisdagin har tú býrt
- Samtalustøðgur, eitt ítrivsuppskot og kjakgrundarlag.