1. Bygg upp eitt haldbært samband við læraran
Fjarstøða og ymisligir skúlavanar (herundir tímatalva, siðvenjur, tíðarsonur) gera, at lættari er at gloyma og niðurraðfesta hvør annan í einum skundmiklum gerandisdagi, hóast vinaflokssamstarv er avtalað. Ein týdningarmikil partur av byrjanarstignum fyri lærararnar er tí at gerast partur av tilvitanini hjá hvør øðrum. Tað verður uttan iva bæði hugnaligt, áhugavert og læruríkt, og samstundis ein týðandi íløga í tann dagin, tá avbjóðingar skulu vinnast saman í hvør sínum flokshøli.
Hvat kanst tú sum lærari gera?
- Avtalið fund á Facetime/Skype og drekkið ein kopp av kaffi meðan tit tosa saman um spennandi hugskot, tankar og ætlanir.
- Gerist vinir á Facebook og gerist harvið ein partur av feedinum/tilvitanini hjá hvørøðrum - gerist meira kend/-ir/-ar við hvønnannan.
- Haldið samskiftið viðlíka - eisini áðrenn flokssamstarvið byrjar.
2. Brúkið eyka tíð til fyrireikingar
Eitt flokssamstarv tvørtur um landamørk setir krøv til samskipan, struktur og væntanarsamsvar millum lærararnar. Fjarstøða, málsligar avbjóðingar og ymisligar skúlarutinur ger tað truplari at leggja gerandisdagin til rættis út í æsir. Tí er neyðugt, at greiðar og niðurskrivaðar avtalur um tíðarætlan, tíðarbrúk, fokusøkir og lærumálsetingar, v.m. eru gjølliga viðgjørdar frá byrjan av. Alt hetta fyri at forða fyri ørkymlanum seinni.
3. Ver fyrireikað/ur uppá, at tað kann enda galið
Sannlíkindi eru fyri, at tað íkoma støður í einum vinaflokkasamstarvi, har tað ikki gongur eftir ætlan, og tú sum lærari upplivir vónbrot. Ver fyrireikað/ur til slíkar støður og hav eina ætlan klára. Hevur tú t.d. beinleiðis telefonnummarið hjá tínum norðurlendska starvsfelaga, um tú stendur í eini akuttari støðu - og fært tú ringt uttanlands, uttan at telefonrokningin spreingist?
Ger eisini eitt væntanarsamsvar saman við næmingum tínum. Fyrireika tey til, at samstarv um landamark kann geva avbjóðingar, líka mikið hvussu væl fyrireikað tit eru - og at tað er vanligt. Á tann hátt kanst tú økja um tollyndi næminganna mótvegis bíðitíð, ymiskum KT-trupulleikum v.m., og harvið fáa betri glið á verkætlanina.
4. Veljið góðar samskiftispallar
Fjarstøðan millum norðurlendskar starvsfelagar ger tað truplari at fyrireika smálutir og hugnapráta í gerandisdegnum. Eitt tvørtjóða samstarv setir tí størri krøv til handfaring og royndarkanning av samskiftispallunum.
Umhugsið, hvussu tit samskifta samtíðis:
- fartelefon, Facetime, Skype, teldupost…?
Umhugsið hvussu tit deila fílur og tilfar:
- Google Docs, felags mappu á Dropbox, Facebookbólk, padlet, teldupost ella kanska fleiri av hesum?
5. Hugsið um bólkauppbýtið
Í einum vinaflokkasamstarvi er upplagt at lata næmingarnar samstarva í smærri tvørtjóða bólkum. Uppbýtið av næmingunum í bólkar tvørtur um floksmark kann arga, tí tað ofta gerst neyðugt at broyta bólkarnar í síðstu løtu (tvey eru sjúk, ein skal til tannlækna o.s.v.)
Havið hetta í tonkunum:
- Hvussu bólkar kunnu broytast í síðstu løtu
- Hvussu boðini um eina broyting verða send millum lærara og flokkar
- Hvussu hin parturin fær váttað, at hann/hon hevur fingið broytingina við
Hugsið um hvørji amboð eru best at brúka til at broyta bólkasamansetingina. Er tað eitt felags Google Docs-skjal, bólkur á Facebook, padlet - kanska saman við eini live-videosamrøðu, sum støðugt sambindir flokshølini, og sum koyrir á eini teldu á læraraborðinum?
6. Latið eitt yvirlit við e-tivitetum halda kósina
Tá næmingar samstarva tvørtur um landamørk í einum tykisligum lærurúmi, so økist tørvurin á at greina, nær og hvussu verður gjørt - og hvør kósin er. Við øðrum orðum, tørvurin á eini týðuligari fatan av, hvar í tilgongdini næmingarnir eru og hví.
Eitt gott felags yvirlit yvir, hvat læruvirksemi er í gongd, hjálpir hesum (Gilly Sammon kallar hetta e-tivitet). Yvirlitið skal altíð vera atgongiligt fyri næmingarnar - antin prentað ella talgilt. Yvirlitið skal vísa, hvat, nær, hví, hvussu og saman við hvørjum tann komandi uppgávan skal loysast.
Væl fyrireikaðir og stýrandi e-tivitetir hjálpa til at halda samstarvinum á rættari kós, so at tú sum lærari fær brúkt tíð tína til annað.
7. Ger tað einfalt
Eitt tvørtjóða samstarv saman við nøkrum, ein ikki kennir - enntá talgilt og fleirmálsligt - er avbjóðing í sær sjálvum. So tá tú fyrireikar lærutiltøkini kann tað vera eitt gott hugskot at byrja við at gera tað einfaldari:
- fyrireika uppgávuna (og rokna við, at hon tekur longri tíð enn vanligt)
- framløgan má vera stuttsøgd og eggjandi
- vel heldur ein stuttan tekst/film enn ein langan
- kanska filmsframleiðsla, uppgávuskriving og podcast ikki nýtist at henda samstundis!
8. Gevið næmingunum stundir at læra hvønn annan at kenna
At samstarva við næmingum í einum øðrum landi skapar altíð gleði í flokkinum. Børn og ung eru aloftast sera íðin og spent um nýggj vinaflokkasambond.
Gev pláss í undirvísingini til, at næmingarnir læra at kenna hvønn annan, áðrenn tey skulu í gongd við tær fakligu avbjóðingarnar. Tað vilja tey fegin. Gev teimum møguleika fyri at videokjatta saman. Næmingarnir kasta seg bara út í tað → goyma seg sjáldan handan tekstkjatt. Vanligt er, at tey rættiliga skjótt spyrja um møguleikarnar fyri at vitja hvønnannan.
Menningarmøguleikarnir í tvørtjóða samstarvi eru sjáldan minni enn eldhugin hjá næmingunum. At hitta "hini" gevur egnu royndunum nýggj sjónarhorn, og næmingar tínir vilja eitt nú við at læra og brúka eitt grannamál byrja at reflektera yvir, hvussu teirra egna mál veruliga er uppbygt.
9. Tak námsætlanina við í vinaflokssamstarvið
Vinaflokkasamstarv í einum tvørtjóða læringsrúmi nýtist ikki at merkja tað sama sum meira undirvísing ella meira arbeiði. Hugsið í staðin um gagnlig mál í námsætlanini og vitið, hvussu tað at møta einum grannamáli, einari aðrari mentan, øðrum hugskotum osv. ikki í veruleikanum virkar sum ein stórur spegil framman fyri tykkum við tí úrsliti, at tit fáa møguleika fyri at síggja tykkum sjálvi, tykkara egna tungumál, tykkara egnu siður osv. á ein heilt nýggjan hátt.
10. Kann vera ein langtíðaríløga
Eitt væleydnað vinaflokkasamstarv kann vera byrjanin til nógvar góðar upplivingar í flokshølinum. Hugsa um tín altjóða starvsfelaga sum eina langtíðaríløgu og halt samstarvið viðlíka. Fáið meira burtur úr samstarvinum og lærið av tykkara royndum so hvørt. Kanska samstarvið fyri fyrimuni kann víðkast til aðrar lærugreinar eisini - eitt nú tværfakligar ætlanir saman við øðrum sergreinalærarum?