MÍTT STAÐ Í NORÐURLONDUM
DEIL TÍNAR HUGSANIR
Staðið har vit búgva forma okkum á mangan hátt. Kanska lív okkara havði verið øðrvísi, um vit vuksu upp onkra aðra staðni. Vit vilja fegin hoyra tínar tankar um títt stað, hvussu tað er at vera ung/ur í dag, og hvat tú ímyndar tær um framtíðina.
Partar av innkomna tilfarinum verður við í útgávuni Nordperspektiv.
Deil tínar tankar og upplivingar um lívið og gerandisdagin, har tú býrt, og tínar vónir og ynski fyri framtíðina. Tín uppgáva er at velja eitt av økjunum, ið eru nevnd herundir, og skriva eina ritroynd um evnið.
- Tí er staðið, har eg búgvi, tað mest serliga í Norðurlondum
- At vera ung/ur í Norðurlondum í dag
- Tað týdningarmesta fyri framtíðarinnar Norðurlond
Aftur at tekstinum skalt tú hava eina mynd av staðnum, upplivingini, kensluni ella framtíðartankanum. Ger myndina til vísimynd, tá tú leggur títt íkast út á síðuna.
Teksturin skal vera minst ein og hægst tvær A4-síður í teksstøddini 12. Goym fíluna sum pdf.
Til tann forvitna so finst meira frálærutilfar um evnið Ung í Norðurlondum.
- Ung í Norðurlondum, tilfar til samfelagsfak um samleika og framtíðar avbjóðingar
- Framtíðarinnar fundarstaður, ein møguleiki fyri at deila tínar kreativu hugskot um, hvussu vit kunnu koma saman upp á ein nýggjan hátt
- Samtalustøðgur, eitt ítrivsuppskot og kjakgrundarlag