Atalantbib
Atlantbib.org er ein ókeypis yrkisbókspallur, ið ger tað lætt og einkult longu frá 1. flokki og víðari, at undirvísa í grannamálum. Atlantbib.org er ein bókaverkætlan, har næmingar og lærarar skriva yrkisbókmentir, til allar skúlar, at brúka ókeypis. Bøkurnar eru talgildar, við fokus á líkleikar og ymiskleikar í samband við søgu, landafrøði, mál og mentan í teimum norðurlendsku og baltisku londunum, og eru luttakarar frá Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Lettland, Litava, Suðurslesvík og Sápmi. Næmingarnir hjálpa við at granska, skriva, umseta og tala inn bøkurnar, innan tær verða útgivnar.
Kulturakademi
Kulturakademi er ein nýskapandi læringspallur fyri skúlar og frískúlar, við undirvísingartilboðum og tilfari, um mentan og mál í umráðnum Sønderjylland-Schleswig. Dentur, hjá Kulturakademi, er samstarvi millum skúlar og søvn í tí týsk-danska umráðnum. Tilfar er samlað á heimasíðuni, ið er við til at stuðla uppundir grannamálsundirvísingina í donskum og týskum.
Nordiske sprogpiloter
Nordiske sprogpiloter er ein verkætlan, har størsta endamlálið er at eftirútbúgva norðurlendskar móðurmálslærarar og undirvísarar, í norðurlendskum máli sum fremmandamál, og til at undirvísa í skandinavisku málunum og norðurlendskari mentan. Skeið og uppihald eru ókeypis, men man rindar sjálvur fyri ferðaútreiðslur.
Nordspråk
Nordspråk er ein felagsskapur, ið varar av umboðsfólkum fyri norðurlendsk móðurmállærara feløg, og feløgum fyri undirvísarar í norðurlendskum máli sum fremmanda mál. Fremsta uppgávan er at arbeiða fyri at tryggja, at norðurlendskir undirvísarir í fólkaskúlanum, miðnámskúlum og læraraútbúgvingunum hava eina dagførda vitan, um norðurlendska mentan, bókmentan, og at tey hava amboð til at taka sær av undirvísing, i norðurlendskum máli sum grannamál ella fremmandamál. Nordspråk hevur arbeitt við at menna skeið og útgávur, til norðurlendskar undirvísarar í meiri enn 30 ár.
The History of Nordic Women’s Literature
Her kanst tú fáa vitan um nýggjastu stroymingar við kvinnuligum bókmentum úr Norðurlondum, samstundis sum tú kanst fordjúpa teg í kvinnuligari bókmentasøgu í yvir 1000 ár, frá Svøríki, Noreg, Danmark, Finnland, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Álandi. Alt skrivað av førandi norðurlendskum bókmentasøgufrøðingum.
TegnTube
Heimasíðan TegnTube vendir sær til børn og ung sum eru áhugaði í teknmáli í Norðurlondum, men eisini til vaksin, ið eru í samband við deyv teknmælt børn, ella børn við niðursettari hoyrnd, og yrkisfólk ið arbeiða við børn og ung. Her kanst tú síggja filmar, har teknmælt børn og ung, fortelja um teirra gerandisdag, og týdningurin sum teknmál hevur fyri tey, og eisini læra meira um norðurlendskt teknmál. Eru líkleikar í málinum og hvat skilir tey? Eru nakrir vinir kanska ikki teir røttu? Hvussu samskifta teknmælt við hvønn annan í Norðurlondum, og hvat er norðurlendskt tekn fyri nakað?