Tekstur
Video
Spæl og leikur
Kapping
Ljóðupptøka
Uppgáva
Yrkisbókmentir
Læraravegleiðing

Gloymt loyniorð?

 

12-03-2018

3 týðandi broytingar á Norden i Skolen komnar upp á pláss

3 týðandi broytingar á Norden i Skolen komnar upp á pláss

Hesa vikuna kann Norden i Skolen hátíðarhalda, at yvir 11.000 lærarar hava skrásett seg sum brúkarar av undirvísingarpallinum. Hetta gevur okkum eitt gott høvi til greiða frá eini dagføring við 3 stórum broytingum, ið tryggjar tær eina enn betri uppliving sum brúkari.



1) Alt undirvísingartilfarið savnað á einum stað
Víðfevnda albøtingin av Norden i Skolen merkir, at alt undirvísingartilfarið nú er at finna á einum stað. Hetta merkir, at tú sum lærari skjótt fært eitt yvirlit yvir, hvat finst á pallinum, eins og tú við hjálp av eini sílu lættliga kanst leita fram til júst tað tilfarið, sum tú ert áhugaður í í einum givnum frálærusamanhangi.



2) Einfaldari innritan
Ikki longur gloymd brúkaranøvn í flokkinum. Nú kunnu allir næmingar tínir rita inn við sama brúkaranavni og loyniorði. Tú finnur innritingarupplýsingarnar hjá næmingunum undir 'Tín vangamynd'.



3) Tykisliga flokshølið er afturlatið
Fyri at gagnnýta alt tilfeingið til tess at tryggja eina góða loysn fyri, hvussu tú sum lærari kann finna og fáa samband við ein vinaflokk í einum øðrum norðurlandi, hevur Norden i Skolen valt at steingja tað gamla 'Flokshølið'. Tað merkir, at pallurin ikki longur bjóðar møguleika fyri kjatti, myndakjatti og samskiftisvegg, men ístaðin mennir og savnar kveikjandi undirvísingarhugskot til, hvussu hesin parturin kann tryggjast við hjálp av øðrum miðlum.



Gleð teg til at síggja tær nýggju broytingarnar!